Náttúrugrundað virksemi til ymisk høvir og málbólkar
Minniligar løtur til tykkara, sum ynskja at hava eitt tiltak í hugtakandi og vøkru náttúruni, sum vit finna allastaðni kring okkum. Vit eru undir opnum himli og kunnu tí ikki altíð siga frammanundan, hvussu veðrið fer at hátta sær.
Tiltøk fyri arbeiðspláss, felagsskapir ella saman við familju og vinfólki:
-
Starvsfólkafundir
-
Ráðleggingardagar
-
Útferðir
-
Føðingardagar
-
Túrar saman við vinum ella bindiklubba
Hvat kostar hvørt tiltak?
Tað eru ikki fastir prísir til ymsu tiltøkini, tí tað er alt eftir hvørji ynski og tørvir eru:
-
Hvussu nógv luttakarar? Tað kunnu vera frá 2-30 luttakarar
-
Hvussu nógvar tímar, skal tiltakið vara?
-
Skal matur og drekka íroknast?
-
Fyrireikingartíð
-
Ferðakostnaður
-
Tilfar
Tá vit hava avtalað nærri, hvussu tiltakið skal fyriskipast, venda vit aftur við skrá og kostnaðarmeting.
Um vit avlýsa, t.d. vegna sjúku, fáa tit pengarnar aftur ella vit avtala nýggja tíð, um áhugi er fyri tí.
Er hetta nakað fyri teg? Skriva til okkum niðanfyri